At ganga í Hoydølum ljóðar kanska ikki lokkandi hjá øllum. Og fyrr var kanska hildið hánt um vaksnar 14 ára gamlar menn, sum hildu áfram á skúlabonki, heldur enn at fara til skips, tá teir høvdu fingið prestsins hond á høvdið. Ofta avgjørdi fíggjarstøðan eisini, hvussu forløg lagaðu seg.
Men í dag fer stórur partur á skúlabonk eftir loknan fólkaskúla, og tað er ikki longur bert talan um latín, fornaldarfrøði, týskar bendingar, rokning og frymlar.
Hugin ger munin
Ein av lærugreinunum í studentaskúlunum er leiklist. Í gjárkvøldið sýndu næmingar í Hoydølum fram fyri foreldrum, vinum og kenningum nakað av tí, ið arbeitt hevur verið við. At eingin beinleiðs almenn sýning er, kemst sjálvsagt av, at rúm hevði ikki verið fyri áskoðarunum, greiða leikararnir skemtandi frá.
4 smærri leikir vóru á skránni. Fyrsti leikurin kallaðist "Hugin ger munin". Í skránni stendur, at hetta er frítt úr norrønu gudalæruni, sum heitið eisini bendir á. Næsti leikurin nevndist "Kontrastir". Hetta er leikur eftir Harold Pinter, tann einasti, ið ikki er skrivaður av næmingunum sjálvum. Tó hava teir báðir ungu menninir í dámuklæðum lagað leikin til føroysk viðurskifti. Leikurin "Fólk og Baktus í Valbakkaskóginum" var ein Thorbjørn Egner-cocktail, har fleiri av søgum hansara vóru trinnaðar saman, sum eisini skilst á heitinum.
Síðsti leikurin var ein montaga; "Poulsen í Kosmos". Ein nýmótans einmansframførsla, ið hevur heiti eftir høvundanum og leikaranum sjálvum. Her vóru týdningarmiklastu viðleikarar ljós, ljóð, roykur og tvey sjónvørp, har annað vísti Pocahontas og hitt dokumentar um nazismu.
Ein framførsla, ið spenti frá tí vanliga og siðbundnað, til meira nýmótans og øðrvísi leiklist.
Jón Thorsteinsson er lærari í leiklist í Hoydølum. Við lið hevur hann havt Pætur og Turpin at taka sær av ljóði og ljósi.