Dragin reisigildi

Sum altíð verða tiltøk og fyritakssemi av ymiskum slag væl uppbakkað í Klaksvík, og soleiðis hevur eisini verið í sambandi við Dragan, sum tey í Klaksvík eru í ferð við at seta í stand.

Sum altíð verða tiltøk og fyritakssemi av ymiskum slag væl uppbakkað í Klaksvík, og soleiðis hevur eisini verið í sambandi við Dragan, sum tey í Klaksvík eru í ferð við at seta í stand.

? Fólk hava gingið ótolin og spurt, nær Dragin verður liðugur, samstundis sum tey fegnast um hetta megnar til tak, sum hesir ágrýtnu og ótroyttiligu »Dragamenninir« hava fingist við nú í skjótt nógv ár.

Og báturin gerst bara prýðiligari sum frálíður. Leygardagin var nógv forvitin og áhugað fólk komin saman at fegnast við »Dragamonnunum«, nú formasturin varð reist.

Dragamenninir vóru sjálvandi ernir, men tað var ikki sørt, at fólkið á landið hevði hesa somu kenslu - Ongur vónar, at báturin siglur komandi summar, men Dragamenninir eru tó varnir.

? Tað fáa vit at síggja, siga teir.

Men eingin ivi er um, at skjótt eiga klaksvíkingar enn eitt prýðiligt far.