Dragin gott summar

Nú er útferðartíðin av, og skúlaskipið Dragin verður aftur nýttur av skúlanæmingum. Poli Mikkelsen, skipari, letur væl at og sigur, at teir hava verið nakrar túrar fleiri í ár enn í fjør

Klaksvík:
Skiparin á Draganum, Poli Mikkelsen, letur væl summarinum í ár. Dragin var nakrar túrar fleiri í ár í mun til í fjør.
? Gott nokk byrjaði vit nakað fyrr í ár enn í fjør, men túratalið liggur millum 20 og 30, greiðir hann frá.
Lágætt var mest sum alt summarið, so allar útferðirnar í ár vóru norðureftir. Í fjør vóru teir tveir ella tríggjar túrar sunnanfyri. Onkrir dagar var tjúkt í mjørka, tá lagt varð frá landi, men tá teir so komu norður um Kallin var klárt.
? Vit hava verið stak hepnir í veðrinum, sigur Poli Mikkelsen.
Hann sigur, at tað hevur verið ógvuliga blandað av ferðafólki. Bæði føroyingar og útlendingar.
Dragin siglir nú við skúlanæmingum og fyrst í oktober verður skipið lagt. Tá fara næmingarnir umborð at gera eitthvørt í sambandi við skúlan. Dragin verður so liggjandi til einaferð í mai komandi ár, tá ferðafólkini koma aftur til landið.