Seint fyrrapartin tók snotuliga træseglskipið Dragin í Klaksvík í botn við Flesjarnar á Tangafirði.
Umborð var manningin og ein skúlaflokkur, tá tað er vanligt, at Dragin ger túrar við skúlanæmingum.
Eftir at skipið hevði rent seg fast, tók ein útróðrarbátur skúlanæmingarnar umborð og flutti teir til lands.
Sambært MRCC var manningin eftir umborð á Draganum.
Nú beint eftir middag í dag eydnaðist tað at fáa Dragan leysan, og síðan varð skipið sleipað inn á Toftir.
Tað hevur mangan verið trupult hjá skipum, sum hava siglt á Flesjarnar, at sleppa heilskapað av aftur.
Eitt dømi um hetta er farmaskipið, Ólavur Gregersen, sum sigldi á Flesjarnar hin 10. januar í 1984 og gjørdist vrak.
Fyri nøkrum árum síðan sigldi frystilínuskipið Eivind á Flesjarnar, men til alla lukku eydnaðist tað at hála skipið avaftur.
Fara vit nøkur ár longur aftur, endaði russiski trolarin, Olshana, sínar dagar her.
Í eldri tíð eru eisini onnur skip endað á Flesjunum - tað kendasta er helst íslendski trolarin, Góðanes.
Góðanes fórst á Flesjunum hin 2. januar í 1957. Allir av manningini vórðu bjargaðir - uttan íslendski skiparin, sum læt lív.