Tá ið fólk fara at ferðast, hendir tað seg av og á, at tey fáa ótespuligar og óynsktar gestir heim aftur við sær í viðførinum, nevniliga veggjalús.
Og tað ger ikki mun, hvar ferian gongur, um tað er suðureftir til sól og summar, ella um tað er stórbýarferia, tí veggjalús er allastaðni.
Og nú ein dagin ávaraði tey, sum fáast við skaðadjóratýning í Danmark, at talið á fólki, sum hevur veggjalús heim við sær í viðførinum, er vaksið eini 30 prosent hesi seinastu árini.
Tey siga, at vandin fyri at draga veggjalús heim aftur við av feriu, økist alsamt, tí fólk gera alsamt meiri burtur úr at ferðast, og tí mæla tey fólki til at hugsa seg um, tá ið tey ferðast - og serliga tá ið tey koma heim aftur.
Eisini í Føroyum hava granskarar ávarað ímóti veggjalús, eitt nú hevur Dorethe Bloch, sáli, víst á vandan í eini grein fyri nøkrum árum síðani
Fyrstu ferð, ið Náttúrugripasavnið hoyrdi um veggjalýs, var í 1999. Tað eydnaðist tíbetur at beina fyri teimum, áðrenn tær vóru komnar fyri seg.
Men í oktober 2009 fekk Djóradeildin fráboðan um veggjalýs í tveimum støðum í Tórshavn, og kanska einum triðja við – og alt var í somu viku.
Veggjalús er herviligur gestur at fáa og verða tær staðfestar í einum húsum, er neyðugt at fara í hernað móti teimum beinanvegin fyri at basa teimum.
Serliga halda tær til í sengrum, har tað er lætt og ómakaleyst at súgva blóð úr fólki. Tá ið tær súgva blóð av fólki, hovnar tað, har tær hava bitið, og skriðin kann vera nakað so herviligur. Oftast verða fólk bitin á støð, sum eru undan dýnini, armar, føtur og leggir, ella yvirkropp.
Men tað ber til at sleppa undan. Eitt nú seta tær seg ofta í soymingina á kuffertum og taskum og tí eru hyggjuráðini ikki at leggja kuffert og taskur undir seingina á hotellinum, ella har tú annars gistur. Tey skulu heldur ikki standa opin, tí so kunnu veggjalýs ganga ella detta niður í kuffertið og leggja seg millum klæðini.
Heimaftur komin eru hyggjuráðini at vaska klæðini beinanvegin við mist 50 hitastigum og at kanna kuffert og taskur nágreiniliga, eisini rundan um soymingarnar.
Tað ber eisini til at leggja alt í frystiboksina í tveir dagar, tí tað beinir bæði fyri lúsum og eggum.
Men hevur tú fingið veggjalýs, ber til at sproyta skordýraeitur í rúmini, har ið tær eru at síggja. Tað er umráðandi at endurtaka kurin 14 dagar seinni, tí ikki øll eggini verða dripin, men tá tey eru klakt, doyggja tær nýklaktu veggjalýsnar av næsta umfari av eitran.
Madrassur og sengur skulu kannast gjølliga, tí tað er serliga har, at tær leggja víggið. Og seingjarklæðir skulu vaskast við minst 50 stigum, ella leggjast ífrystiboksina, tú lús og egg tola hvørki hita ella kulda.
Tær eru eisini at finna aftan fyri skáp og myndir, í rivum í veggunum ella við panel og listar, aftan fyri leyst tapet og við rør og reidningar, siga donsku serfrøðingarnir.