Draga kanska Pedagogfelagið í rættin eina ferð afturat

Almannaverkið sigur, at skal trygd fáast fyri, at lív og heilsu á fólki ikki verður sett í váða, má Pedagogfelagið geva undantak fráverkfallinum til 141 fólk, men tað vil felagið ikki

Tað kann ikki útihýsast, at Fíggjarmálaráðið dregur Pedagogfelagið í Gerðarættin eina ferð afturat. Tað staðfestir Edward Heen, stjóri í Almannaverkinum, í morgun.

 

Í gjár dømdi Gerðarætturin ætlaða verkfallið hjá Pedagogunum á stovnum undir Almannaverkinum at vera ólógligt.Verkfallið skuldi byrgjað klokkan átta í morgun, men Gerðarætturn segði, at tað var ólógligt, og ein orsøk til tað var, at Pedagogfelagið ikki samstundis hevði givið ítøkilig undantøk frá verkfallinum fyri at tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í váða.

 

Almannaverkið hevur roknað seg fram til, at fáa tey ikki undantøk til at lata minst 141 pedagogar vera til arbeiðis, kunnu tey ikki taka ábyrgdina av trygdini hjá búfólki á stovnum undir Almannaverkinum, og øðrum viðskiftafólki hjá verkinum.

 

Hetta fekk Pedagogfelagið at útseta verkfallið til mánamorgunin. Samstundis hevur felagið mett um, hvørji undantøk skulu gevast fyri at sleppa undan at seta lív og heilsu í váða. Og sostatt hevur Fíggjarmálaráðið nú fingið tilsøgn um undantøk til 89 pedagogar, sum kunnu fara til arbeiðis, hóast verkfall er.

 

Edvard Heen sigur, at tá ið tey komu fram til, at minstakravið er at fáa undantøk til 141 fólk fyri at tryggja lív og heilsu, er hetta eitt úrslit av eini ógvuliga nágreinilig meting. Vit settu talið til 141, tí tað er tað rætta talið, sum krevst, sigur hann.

 

Hann sigur, at nú verður roynt at fáa samband við Pedagogfelagið fyri at fáa greiði á, hvussu felagið er komið fram til at rætta talið á undantaksloyvum er 89.

 

– Tað lá í úrskurðinum frá Gerðarættinum, at Pedagogfelagið skuldi samskifta við okkum um tey neyðugu undantøkini, men tað undrar okkum, at tað hevur felagið ikki gjørt, men hevur mett um støðuna, uttan at ráðføra seg við okkum.

 

– Vit vita sostatt ikki, hvat metingin hjá Pedagogfelagnum byggir á, og tað royna vit nú at fáa greiði á, sigur hann. So fáa vit samanborið teirra lista við okkara, og so fáa vit greiði á, hvar vit flóta.


Tá ið vit hava fingið tað, mugu vit útgreina, hvussu myndin tá sær út. Men tað kann ikki útihýsast, at vit leggja málið fyri gerðarættin eina ferða afturat, vísir tað seg, at vit framvegis ikki fáa tryggjað lív og heilsu, sigur Edward Heen.