Sjeynda X Factor kappingin í Danmark er júst liðug. Vinnari av kappingini gjørdist bólkurin Athony Jasmin, har Jasmin er hálvføroyska Jasmin Dahl.
Møguliga verða tey seinastu vinnararnir av X Factor kappingini í Danmark.
Aftur hesaferð hevur kappingin drigið sera nógv hyggjarar, og umleið hálvonnur millión fólk hava hugt eftir live-kappingunum. Í finaluni hugdu eitt skifti tvær milliónir fólk.
Spurningurin er tó, um Danmarks Radio ætlar sær undir enn eina kapping. Hesaferð vóru teir tríggir upprunaligu dómararnir viðaftur í kappingini, og tí kann tað enda við, at DR nú setir punktum fyri kappingina, har góðskan á kappingini í øllum førum ikki er blivin betur við árunum.
- Nú eftirmeta vit kappingina, og vit hava ikki tikið nakra endaliga avgerð um framtíðina hjá X Factor, sigur Rasmus Ladefoged, sum er undirhaldsleiðari í DR, við Politiken.
Atfinningar hava støðugt verið ímóti X Factor kappingini, sum ikki verður hildin at hava nóg høgt støði, men spurningurin er, um DR torir at sløkkja fyri einari av mest sæddu sjónvarpssendingini í Danmark nakrantíð.











