Dráttur vann á Fleyr

Flogbóltur: Kvinnurnar hjá Drátti hava seinastu vikurnar bitið rættuliga frá sær. Sunnudagin vunnu tær á Fleyr

Dráttur-Fleyr 2-0


Tvey av feløgunum í kvinnudeildini, sum ikki rættuliga hava fingið fótin fastan í oddinum eru Dráttur og Fleyr. Tey skiftast um at vinna og tapa, og tað ger, at tað ikki er møguligt at savna nóg nógv stig til veruliga at blanda seg í oddastríðið í kappingini.

Um vikuskiftið hittust liðini bæði í Vágum, og tann dysturin endaði við, at Dráttur dróg longra stráðið.

Við sigrinum hava vágagenturnar lagt Fleyr aftur um seg í kappingini, og hóast stigini vera býtt í helvt nú, er tað ein góð byrjan av hava eitt stig við sær meiri enn tað liðið ein kappast mest við.

Tað er serliga seinastu tvær vikurnar, at tað hevur hilnast serliga væl hjá Drátti.

Tær hava fingið sigrar til høldar móti ÍF og móti Fleyr, og tað hevur givið teimum eina góða útgangsstøðu til seinnu hálvu.

Hjá Fleyr gongur enn ov nógv upp og niður.

Vit hava fyrr víst á onkran leikaramiss, sum eina av høvuðsorsøkunum, men við tað at annar leikari er komin aftur skuldi hetta verið javnað, men sum vera mann tekur tað tíð, at fáa spælt liðið saman av nýggjum.

Hvussu tað fer at hilnast tá til stykkis kemur er tó ilt at siga, men vit kunnu tó trygt staðfesta, at hvørki Dráttur ella Fleyr vera meistarar í ár.

Til tað er spælið ov óstøðugt hjá báðum liðum!