Dráttur vann aftur á Fleyr

Flogbóltur: Tað gongur av skriðuni hjá Fleyrkvinnunum, sum hetta vikuskiftið leiktu á heimavølli móti Drátti. Vágakvinnur vunnu dystin 2-0

Fleyr-Dráttur 0-2

(13-21, 15-21

21-13, 18-21, 5-7)


Eftir at hava havt trupulleikar at manna lið móti TB vikuskiftið undan hesum, bar aftur til at manna kvinnuliðið hjá Fleyr til dystin móti Drátti.

Seinast hesi liðini leiktu móti hvørjum øðrum í Havn vann Dráttur dystin, og tískil átti Fleyr hevnd tilgóðar.

Men lítið hjálpti. Dráttur endurtók meistarastykkið frá seinast og vann ein greiðan 2-0 sigur tá til stykkis kom.


Lítið fantilsi í

Tað man vera meiri enn óhugaligt at vera partur av Fleyrliðnum í løtuni, tí tað gongur alt av skriðuni. Eingin ivi er um, at leikararnir royna at gera sítt ítarsta fyri at fáa vent gongdini, men tað tykist sum er alt runnið í stein.

Tapa dystir á heimavølli, sum tær eins væl kundu vunnið, og tá dystirnir á útvølli eru javnir, koppar tað eisini í fleiri førum øvugtan veg.

Tá so er, skal lítið til at leikararnir missa móti, og nú sjúka og annað forfall eisini hevur spælt inn, er lítið gott eftir.

Úrslitið av dystinum sunnudagin hevur við sær, at Fleyr eftir øllum at døma skal avskrivast sum heiðursmerkjalið, hóast tað bara er tað eina stigið upp til TB. Tvørágentur hava nevniliga leikt ein dyst færri enn Fleyr, og tískil kann munurin saktans gerast trý stig eftir einum dysti.

Hinvegin skulu havnarkvinnurnar nú til at hyggja niðureftir. ÍF, sum er einasta liðið, sum er aftanfyri Fleyr, hevur nevniliga 1 stig færri enn Fleyr, fyri líka nógvar dystir.

Tí mugu vit staðfesta at Fleyr, fyri fystu ferð í nógv, nógv harrans ár, er botnlið í meistaradeildini hjá kvinnum.


Dráttur er omaná

Hinvegin sær alsamt bjartari út hjá Drátti. Seinastu árini hava tær havt trupulleika at vinna teir torføru útidystirnar, men sigrar sum hesir, skulu uttan iva geva teimum blóð á tonna.

Við sigrinum sunnudagin eru vágagenturnar nummar tvey við seks stigum, men tær hava leikt tveir dystir fleiri enn TB, sum er tvey stig aftanfyri.

Hvussu leikur ferð millum hesi bæði liðini, mugu vit bíða eftir at síggja, men vit kunnu nú av álvara ganga út frá, at tað verða hesi bæði liðini, sum fara at kappast um annað- og triðjaplássi í meistaradeildini hjá kvinnum í ár.