Flogbóltur
Í gjár spældu tey bæði fremstu liðini í meistaradeildini hjá kvinnum ímóti hvørjum øðrum. Dráttur hevur ligið á odda alt kappingarárið, meðan steypavinnararnir úr TB seinastu vikurnar hava gjørt sítt ítarsta fyri at fáa Drátt aftur.
Hetta eydnaðist ikki. Og um vikuskiftið staðfesti Dráttur sína støðu sum landsins besta kvinnulið í flogbólti.
TB var á vitjan í Vágum, og hóast tað undan dystinum var greitt, at TB fór ikki at fáa Drátt aftur í kappingini um FM, so vildi liðið úr Vágum gera greitt, at tær hava vunnið gull og eru besta liðið.
Hetta eydnaðist eisini, tí Dráttur vann dystin 3-0. Settini vóru tøtt og spennandi, men hvørjaferð var tað meistaraliðið, sum hevði munin og vann 25-23.
Liðið hjá Drátti hevur verið rættiliga støðugt alt kappingarárið, og hóast tær kiksaðu eitt sindur í steypakappingini, tí har vunnu tær seg ikki fram í finaluna, so hava tær í landskappingini veriða greitt tað besta liðið.
Tveir tryggir sigrar
Tveir aðrir dystir vóru í meistaradeildini hjá kvinnum um vikuskiftið, og báðir endaðu við tryggum sigrum. Í Vágum spældu SÍ og KÍF, og her vann SÍ 3-0 við settúrslitunum 25-23, 25-15 og 25-17.
Í Klaksvík skuldi Mjølnir gera eina seinastu roynd at sleppa av aftasta plássið, tá ið ÍF vitjaði, men kvinnurnar úr Klaksvík megnaðu bert at vinna eitt sett, og so vann ÍF dystin 3-1. Settúrslitni vóru 15-25, 24-26, 25-22 og 14-25.
Harvið er tað avgjørt, at Dráttur vinnur FM, og at Mjølnir endar aftast í deildini.










