FLOGBÓLTUR
Tríggir dystir eru á skránni í meistaradeildini hjá kvinnum í vikuskiftinum. Størsti spenningurin verður leygardagin á Giljanesi, tá tvey av oddaliðunum, Dráttur og TB, bresta saman. Tey liggja bæði á einum deildum fyrsta plássi við seks stigum, so vinnarin av hesum dystinum leggur seg á odda í meistaradeildini hjá kvinnum. Bæði liðini hava vunnið tryggar sigrar síðstu umførini, og tí verður lagt upp til eitt ordans brak á Giljanesi henda dagin.
Ein annar sera spennandi dystur er eisini á skránni í vikuskiftinum. Hesin verður sunnudagin í Sørvági. Tá kemur síðsta oddaliðið, ÍF, á vitjan hjá SÍ, sum liggur beint í hølunum á toppliðunum. Vinnur SÍ henda dystin, so kunnu tær veruliga blanda seg í oddin. Tað hevur tó gingið avbera væl hjá ÍF seinastu dystirnar, og tær hava ikki tapt síðani fyrsta umfar, tá tær máttu lúta fyri Drátti á Giljanesi, so SÍ skal spæla upp til sítt besta, um tær skulu klára at basa formsterku kvinnunum úr Fuglafirði.
Síðsti dysturin á skránni í hesum vikuskiftinum verður leygardagin. Her vitjar Mjølnir í Kollafirði. Hjá hesum báðum liðunum ræður um at sleppa úr botninum. KÍF hevur til tíðir spælt sera væl í ár, so tær eru at meta sum stórur favorittur til henda dystin. Mjølnir hevur hinvegin ikki spælt upp til sítt besta, men kanska tær megna at gera ein vørr í Kollafirði.