Dráttur og Mjølnir líkastillaðar

Tað eru tey bæði í serflokki bestu kvinnuliðini í flogbólti, sum hittast í steypafinlauni leygardagin

 

Steypafinalan


Flogbóltur, kvinnur


Leygardagin 17. februar kl. 14,30 verða steypafinalurnar leiktar í Høllini á Nabb, og sambært forsøgnini á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum á www.fbf.fo, stóð tað á jøvnum í atkvøðugreiðsluni, um hvør gjørdist vinnari 50 % í part.

Bæði feløgini hava sett liðini, og aðra staðni á síðuni er yvirlit yvir hetta prentað.


Samanbering

Vit hava eisini gjørt eina samanbering millum liðini. Undir vanligum umstøðum hevur hæddin ofta avgerandi týdning í flogbólti, og her hevur Dráttur fyrimun, við tað at tær eru heilar 4,1 cm. hægri í miðal.

Men hetta kann Mjølnir innheinta aftur í ríkiligt mát, tá talan er um rutinuna á liðnum. Mjølnir-liðið hevur leikt íalt 18,5 landsdystir í miðal, ímóti bert 4,6 hjá Drátti.

Hetta kann gerast ein avgerandi fyrimunur í tí trýsti, sum verður í dystinum leygardagin.

Eftir hesum at døma eru liðini ógvuliga jøvn, tá hugsa verður um miðalhædd, landsdystir í meðal og miðalaldur. So tað verður ikki á hesum økinum at nakað av liðinum fær ein avgerðandi fyrimun.

Eisini leggur ein til merkis, at Mjølnirliðið í miðalaldri er meira rutinerað. Miðalaldurin hjá Mjølni er 28,5 ár ímóti 23,8 ár hjá Drátti.


Dráttur Mjølnir

Miðalhædd: 170,8 166,6

Lægsti leikari: 162,0 161,0

Hægsti leikari: 180,0 181,0

Landsdyst. Í miðal: 4,6 18,5

Flestar landsdyst.: 26,0 84,0

Miðalaldur: 23,8 28,5

Elsti leikari: 37,0 38,0

Yngsti leikari: 16,0 18,0



Kvinna við flest føroyskum landsdystum

Á Mjølnir-liðnum finna vit eisini ta føroysku kvinnuna, sum uttan iva hevur leikt flestar landsdystir. Samanlagt eru teir vorðnir til íalt 84 dystir, og ein tann Marjun Kalsø uttan iva minnist best, var tá hon fyri 2 árum síðani, fekk henda blómutyssi í sínum landsdysti nr. 75. Hetta var beinleiðis í sjónvarpi og útvarpi av Gotlandi, tá Føroyar knappan 1,5 tíma seinni hevði tryggja sær gullmerkini, á seinasta kappingardegnum.


Dráttur jugoslava á liðnum

Í mun til seinastu finalu fyri ári síðani, hevur Dráttur í ár styrkt sær liðið við leikandi venjara. Hetta er tann bert 21 ára gamla Marina Popovic, sum er ein sterkur leikari í álopinum, og sum leygardagin kann fáa avgerðandi týdning fyri Drátt. Hon kann gerast tann munur, sum ger, at tað verður Dráttur sum í ár vinnur ferðasteypið, sum Føroya Sparikassi hevur latið.


Javnt í landskappingini

Seinasti dysturin millum liðini var leiktur seinasta leygardag í Klaksvík. Hesin gjørdist sera spennandi og javnur. Okkurt settið endaði 27-25 og hini vóru eisini sera jøvn, men endin var at Dráttur vann 3-2.

Liðini liggja jøvn í landskappingini. Um bæði liðini vinna sína eftirverandi dystir 3-0, so verður Dráttur føroyameistari við einum setti betri enn klaksvíksingarnir. Javnari kann tað næstan ikki vera.


Liðini eru hesi

Dráttur


Nr. Navn Leikpláss Hædd Aldur Landsdystir

1 Gurli S. Joensen Libero 162 18

2 Rannvá Ólavsdóttir Diagonal 171 29

3 Herborg á Mýrini Hevari/Diagonal/Kant 175 21

4 Helga Nordendal Mi_álop 180 25 26

5 Marina Popovic Kantur 174 21 5 (Bosnia)

6 Elisabeth S. Rasmussen Kantur/Diagonal 169 37 3

7 Kristina Jørgensen Kant/Mi_álop 170 16

8 Torgunn Jónsdóttir Hevari 162 31

9 Gerda Nattestad Kantur 169 21 12

10 Sólgerð Henriksen Mi_álop 176 19




Venjari: Marina Popovic

Liðformaður: Helga Nordendal

Liðleiðarar: Eydna Mikkelsen/ Miriam Weihe




Mjølnir


Nr. Navn Leikpláss Hædd Aldur Landsdystir

1 Tove Riksfjord Kantur 168 25

2 Margit Joensen Kanur 162 26 31

3 Ruth Johannesen Hevari 162 38 8

4 Anna Jacobsen Kantur 167 24

5 Vera Larsen Libero 161 34 31

6 Katrin Petersen Kantur 161 18

7 Berit Norðoy Mi_ja 175 23

8 Marjun Kalsø Hevari 162 38 84

9 Ingun Joensen Hevari/Kantur 162 33 5

10 Tina Jacobsen Mi_ja 181 20 14

11 Sólvá Eystberg Kantur 172 35 30


Venjari: Borco Ilic

Liðformaður: Marjun Kalsø

Liðleiðarar: Sigrid Andreasen