TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við roynda spælaran hjá Drátti, Sólgerð Henriksen, aftaná Sólgerð og liðfelagarnir høvdu vunnið 3-0 á KÍF í tí fyrru FM-finaluni, sum var í høllini á Hálsi í Havn fyrr í dag.
Sólgerð Henriksen staðfestir, at tær vóru væl fyrireikaðar til dystin. Tað reið um snarið onkrar løtur í dystinum, men tær í Drátti megnaðu at koppa øllum trimum settunum til egnan fyrimun.
Dráttur kann tapa og framvegis bjarga FM-heitinum við einum gyltum setti, men Sólgerð Henriksen sær helst, at tær í Drátti seta tingini uppá pláss, áðrenn tað kemur so langt.