Dráttur heldur fram við sigursrøð

Kvinnurnar hjá Drátti spældi mikukvøldið ímóti SÍ, og hóast Dráttur fekk harða mótstøðu, so eydnaðist liðnum at vinna dystin. Úrslitið var 3-2.

Dráttur hevur beina kós ímóti FM heitinum í meistaradeildini hjá kvinnum. Liðið hevur vunnið alt í ár, og hóast tær vóru undir nakað av trýsti frá SÍ mikukvøldið, so vann Dráttur at enda.
Dráttur vann fyrsta sett í dystinum ímóti SÍ, men so kom SÍ rættiliga fyri seg og vann tvey tey næstu settini. Í fjórða setti var eingin ivi um úrslitið, og tað tóktist sum at Dráttur setti í eitt nýtt gear. Dráttur vann nevniliga 25-11. Og í seinasta settinum var Dráttur aftur omaná og vann 15-12.
Kvinnurnar hjá Drátti eru ósigraðar í landskappingini í ár. Tær liggja greitt á fremsta plássinum við 18 stigum  7 stig frammanfyri næsta liðið.
TB kann nú sleppa sær fram á næstfremsta plássið, um tær vinna næstu ferð.