Dráttur er steypavinnari

KÍF-Dráttur 2-3 (25-19, 19-25, 25-21, 8-25, 13-15)

Dráttur er fyri fyrstu ferð steypavinnari í kvinnuflogbólti. Í dag vunnu tær tøttu uppgerðina móti KÍF, sum fyri fyrstu ferð var við í steypafinalu, og talan gjørdist av sonnum um gysara.

Liðini bæði sveiggjaðu sera nógv í avrikunum, men tað tóktist, sum fekk Dráttur eina salarliga yvirvag, tá tær vunnu sannførandi í 4. setti. Í javnbrótaranum hildu tær eisini eina trygga leiðslu, men við at vinna tríggjar boltar á rað, skapti KÍF aftur spenning í. Seinasta marathon-langa bóltin megnaði Dráttur tó at sláa í gólvið, og so kundu tær í triðju finaluroyndini loksins lyfta steypinum.