Dráttur einsamalt á odda

Dráttur vann toppdystin á Kambsdali ímóti ÍF, og við sigrinum hevur Dráttur lagt seg einsamalt á odda í meistaradeildini hjá kvinnum

FLOGBÓLTUR

Sunnudagin var lagt upp til satt brak í toppinum í meistaradeildini hjá kvinnum, tá ÍF tók ímóti Drátti á Kambsdali. Undan dystinum lógu júst hesi bæði liðini einsamøll á odda við átta stigum hvørt, og tí fór vinnarin av dystinum at leggja seg einsamallan á odda í meistaradeildini.
Síðsta vikuskiftið vann Dráttur toppdyst ímóti TB, og tær byrjaðu eisini væl í dystinum móti ÍF. Sjálvt um munurin ikki var tann stóri í fyrsta setti, so hevði Dráttur munin, og at enda vunnu tær eisini hetta settið 20-25.

Gongd kom á ÍF

Men so vendi ÍF dystinum fullkomiliga. Eftir eina heldur trilvandi byrjan í fyrsta setti spældu kvinnurar úr Fuglafirði sum einglar næstu settini, Í øðrum setti vóru tær nógv betra liðið, og tær vunnu hetta settið trygt 25-16.
Í triðja setti var munurin enn størri. Her var einki, sum bendi á, at Dráttur fór at hava nakran møguleika at vinna dystin. ÍF-kvinnurnar snøgt sagt vundu burtur úr Drátti, og úrslitið gjørdist heili 25-11 til ÍF, og nú sá ikki gott út hjá Drátti. ÍF lá væl oman á hesa løtunam, og Dráttur sá ikki út til at hava kreftir at koma aftur hesa løtuna.

Dráttur svaraði aftur

Hvat hendi eftir hetta, er ilt at meta um. Kvinnurnar hjá Drátti megnaðu tó á ein ella annan hátt at stríða seg innaftur í dystin, og fjórða settið vann Dráttur 20-25, og nú skudli javnbrótari til fyri at finna ein vinnara í toppdystinum.
Her var Dráttur enn einaferð oman á, og tær vunnu eisini javnbrótaran trygt 10-15. Sostatt hevði Dráttur vunnið sín næsta toppdyst á rað, og við sigrinum hava tær lagt seg einsamallar á odda í meistaradeildini hjá kvinnum.
Toppdysturin bleiv júst so undirhaldandi, sum áskoðararnir á Kambsdali høvdu vóna, og hetta úrslitið vísir, at munurin á liðunum í meistaradeildini hjá kvinnum er ikki serliga stórur.