Dráttur byrjar við útisigri

Flogbóltur: Við einum næstan heilt nýggjum og óroyndum liði byrjaði Dráttur nýggja kappingarári við einum sigri og enntá á útivølli

ÍF-Dráttur 1-2 (0-1)


Dráttur fekk góða byrjan upp á nýggja ári í flogbóltslandskappingini. Tær byrjaðu ári við einum dysti móti uppflytarunum úr Fuglafirði, og tað gjøru tær so mikið væl, at tær vunnu dystin.

Tað vóru eisini genturnar úr Vágum, sum byrjaðu dystin best.

Tær vunnu fyrra hálvleik, og tí sá tað kanska út til, at talan fór at vera um ein lættan sigur. Hetta var kortini ikki so, tí ÍF kom afturíaftur og tær vunnu annan hálvleik, soleiðis at nú stóð á jøvnum.

Tí skuldi seinasti og avgerandi tiebreakarin til fyri at avgera fyrsta dystin á Kambsdali eisini, og her var tað Dráttur, sum dróg longra stráðið. Tær vunnu tí dystin 2-1.


Mist nógv fólk

Tá farið var undir flogbóltsári í Vágum sá einki út. Ikki færri enn fimm av leikarunum, sum vóru við á liðnum í fjør eru givnar við flogbólti fyribils, í hvussu er, og tað merkist á liðnum. Tí skal nýggi venjarin hjá Drátti, Suni Hansen spæla eitt heilt nýtt lið saman við royndum og heilt óroyndum leikarum.

Kortini hevur hann heilt royndar spælarar at dúva uppá í hesi uppbyggingarfasuni. Helga Nordendal er enn við, og tað eru Gerda Nattestad og Elisabeth Rasmussen eisini.

Hinvegin, so hava fleiri av nýggju leikarunum nóg illa spælt við systemi fyrr, og tí skal tað venjast væl áðrenn alt koyrir. Tí fær nýggi venjarin nokk at síggja til í stríðnum fyri heiðursmerkjum.

Um dystin á Kambsdali heldur venjarin hjá Drátti, at tað var tað rætta liðið sum vann.


Helen aftur í ÍF

Hjá ÍF er eisini ein landsliðsleikari og meistari at finna. Helen á Lakjuni, sum í fjør spældi við Mjølni er aftur í barndómsfelagnum, og hon styrkir væl um. Afturat sær hevur hon Randi Larsen, sum eisini hevur drúgvar flogbótlsroyndir.

Spurningurin er bara um hesar royndir eru nóg góðar til at kunna gera nakað við hini liðini í meistaradeildini, tí tað er ein veruleiki, at kappingin í meistaradeildini er munandi harðari enn hon er í fyrstu deild.

Men sum við so mongum øðrum, venjing gevur ofta úrslit og tí verður spennandi at fylgja við gongdini á ÍF liðnum hesaferð.

Seinast ÍF var uppi í meistaradeildini gekk ikki so væl í hond. Tá var fólkagrundarlagið ikki nóg stórt til at bera eitt meistaradeildarlið, og tí er bara at vóna, at bygdirnar allar í økinum hesaferð standa saman um felagið og liðið, sum longu er aftur í bestu deildini.