DR Sporten í vanda

Nýggja høvuðssætið hjá Danmarks Radio, DR Byen, hevur kostað fyritøkuni nógvar pengar. So nógvar pengar, at stórar sparingar mugu setast í verk. Og sambært danska blaðnum Politiken, fer hetta at ganga út yvir DR Sporten. Í framtíðini fer undirfyritøkan bert at hava ítrótt við í tíðindunum og fer soleiðis ikki at framleiða beinleiðis ítrótt. DR hevur fyri tíð síðan keypt sær rættindini at senda OL 2008 og 2012, umframt HM í fótbólti 2010 og 2014. DR væntast at selja hesi rættindi víðari, men royndir menn í fjølmiðlaheiminum seta spurnartekin við, um tað er loyv at selja rættindini víðari.