Franskir myndugleikar hava í dag almannakunngjørt navnið á yvirgangsmanninum, ið drap yvir 80 fólk í einum yvirgangsálopi í franska býnum Nice.
Talan er um 31 ára gamla franskt-tunesiska Mohamed Lahoueij-Bouhlel. Løgreglan drap yvirgangsmannin á staðnum.
Løgreglan hevur í dag fram húsarannsóknir í íbúðini hjá yvirgangsmanninum og í løtuni verður kannað, um hann var einsamallur um álopið. Serfrøðingar mettu tó beinanvegin, at álopið var so mikið gott planlagt, at hann helst ikki hevur verið einsamallur um tað.
Mohamed Lahoueij-Bouhlel var ein gamal kenningur hjá løgregluni, men hevur ikki verið settur í samband við víðgongdar hugsjónir. Í staðin hevur hann áður verið handtikin fyri smærri brotsverk.
Sambært grannum hjá Mohamed Lahoueij-Bouhlel, ið tíðindastovan AFP hevur tosað við, so Mohamed Lahoueij-Bouhlel ein friðarligur og einsamallur persónur. Grannarnir meta ikki, at Mohamed Lahoueij-Bouhlel var serliga religiøsur.
Eingin hevur tikið ábyrgdina fyri álopið, ið kravdi 84 mannalív.










