Maðurin, sum myrdi svenska uttanríkisráðharran Onnu Lindh, er nú avbyrgdur, tí vandi er fyri lívi hansara.
Mijailo Mijailovic hevur sambært svensku løgregluni fingið brøv, har brævskrivararnir hótta við at gera seg inn á hann, skrivar Aftonbladet. Sjálvur hevur Mijailovic ikki sæð brøvini, tí løgreglan hevur lagt hald á tey. Lars-Åke Petterson, sum er stjóri í fongslinum, sum Mijailo Mijailovic situr í, vil ikki upplýsa, hvørjar hóttanir talan er um.
Tann 19. januar varð Mijailovic dømdur sekur í at hava myrt Onnu Lindh. Rætturin gjørdi av, at hann skal til sálarliga kanning, og tann kanningin verður liðug í seinasta lagi tann 9. mars. Frágreiðingin frá sálarlæknunum verður avgerandi fyri, um Mijailovic verður verandi í fongsli, ella um hann skal á ein stovn fyri sálarliga sjúk.










