Í 1989 varð James Hurley dømdur lívlanga fongsulsrevsing, tí hann í sambandi við eitt pengarán hevði skotið ein løgreglumann. Men hann slapp til rýmingar í 1994, tá myndugleikarnir skuldu flyta hann í eitt annað fongsul.
Síðani hava løgreglan í Bretlandi og Interpol leitað eftir James Hurley, og í gjár fekk løgreglan í London boð um, at løgreglan í Niðurlondum hevði tikið drápsmannin. Sambært niðurlendsku myndugleikunum bleiv James Hurley tikin, tá løgreglan rannsakaði eini hús í Haag í sambandi við eitt rúsevnamál.