Rættarmálið móti 33 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Dánal Peturi Hansen, heldur fram í Føroya Rætti seinnapartin í dag.
Hóast einki lík er funnið, heldur ákæruvaldið, at so nógv peikar á, at maðurin er gerningsmaður, at hann kann dømast fyri manndráp.
Tað hevur ongan týdning fyri málið júst hvønn dag, Piddi doyði, men at staðfesta, at hann er deyður.
Ákærin segði í rættinum fyrrapartin, at tann ákærdi hevði motiv til at drepa Pidda, og motivið var, at hann ætlaði at yvirtaka hús hansara.
Tann ákærdi, sum hevur sitið varðhaldsfongslaður í skjótt eitt ár, hevur ikki kunnað greitt frá, hvar hann var ta náttina, tá nakað seinast hoyrdist frá Pidda.
Sambært ákæranum varð Pidda dripin heima hjá sær sjálvum. Hann var verjuleysur, tí hann var drukkin, og hildið verður, at hann er dripin við slagi av eini steikipannu.
Tríggjar vikur eru settar av til rættarmálið, sum er eitt nevningating.
Ákæruritið fevnir eisini um eina røð av sviki við visa-kortinum hjá Pidda fyri út við 70.000 krónur.
Tað er Janus Dam Guttesen, sum hevur teknað hesa tekning úr rættinum av ákærda og tulki.










