Drápið var hesa ferð á Sandi

Seðlarnir komu út sama kvøldið, sum GÍ av álvara hevði gjørt av við B71, sum síðstu løtuna bara spældi við átta monnum

 

Fótbóltur


Sunnumorgunin vóru grindaboð. Ein grind var funnin í Søltuvík, og hon varð hildin til heima á Sandi.

Henda sama sunnudagin gjørdu gøtumenn landgongd á Sandoynni, og tað var ikki við mýkindum, at teir fóru fram. B71 var einasta liðið, sum GÍ ikki hevði spælt ímóti og vunnið á.

Gongdin var tann sama, sum hon hevði verið í øllum hinum átta landskappingardystunum. GÍ vann, og málmunurin var øgiligur. Úrslitið var 7?0. GÍ hevur fult stigatal, og stórsigurin á Sandi ber við sær, at gøtumenn eru heilt væl staddir í kappingini við B36 um besta málmunin.

Nakað eftir dystarlok komu seðlarnir út. Einki er at ivast í, at tað kom væl við hjá sandoyingum at kobla frá fótbóltinum, tá teir fóru at skera upp og at fáa góðu Guds gávuna til høldar.


Sama uppskriftin

Í fleiri av hinum landskappingardystunum hevur tað verið javnt rættuliga leingi. So hevur GÍ líka sum fingið meiri týðuliga um endan, teir hava skorað mál, og so hevur tað koppað oddaliðnum til fyrimunar. Soleiðis var tað eisini hesa ferð.

Í fleiri av hinum dystunum hevur tað verið soleiðis, at mótstøðuliðið hjá GÍ hevur verið undirmannað ein ikki so lítlan part av tíðini. Soleiðis var tað eisini hesa ferð, og tað var ikki smávegis, at sandoyingar vóru undirmannaðir.

Eitt stórt korter var farið, tá Jón Brekku sá rreyða kortið. Dómarin metti, at talan var um neyðbremsu ímóti Óla Hansen, og Henning Jarnskor umsetti brotssparkið til 1?0 til GÍ.

Í 58. minutti sá tað ógvusligt út, tá ferðmikli Helgi L. Petersen fór um koll. Dómarin metti, at Bjørn Thorsteinsson hevði taklað so mikið ófantaliga á miðjum vølli, at talan skuldi verða um beinleiðis reytt kort. Tað vóru sandoyingarnir sera misnøgdir við. Teir søgdu seg ivast í, um teirra maður yvirhøvur hevði nortið toppskjúttan.

Støðan var tá 3?0, og ósigraða oddaliðið dusaði sær við ellivu monnum ímóti níggju. Og síðstu løtuna var tað uppaftur meiri tvørligt hjá sandoyingum. Tað restaðu fimm minuttir, tá dómarin vísti Jógvan Jón Petersen gula kortið. Eftir bókini skal gula kortið gevast fyri at sparka bóltin langt burtur ? eisini tá talan er um stóra frustratión ímóti sínum egnu, men støðan var kanska at skilja. Veruleikin var tann, at undirmannaðu sandoyingarnir vóru spældir sundur og saman. Undir øllum umstøðum fleyt bikarið yvir hjá verjuspælaranum, sum stakk av! Tað vil siga, at B71 síðstu løtuna stríddist við átta monnum ímóti ellivu gøtumonnum.

At munurin var stórur kom m. a. til sjóndar í, at GÍ málverjin varð skiftur út, tá tað restaði eitt korter. Mortan Joensen kom í málið fyri Hall Hansen, sum bað um so at siga at vera loystur úr starvinum, tí hann var so kaldur!


Málini

B71 var illa fyri. Eli Hentze var so mikið skaddur, at hann var ikki førur fyri at spæla, og tað er altíð ein smeitur hjá nógvu óroyndu monnunum. Kári Nielsen var heldur ikki førur fyri at spæla, og tað var eisini ein smeitur.

Men kortini var tað B71, sum fekk fyrsta risastóra málmøguleikan. Johan Nielsen var ikki komin úr húsinum, tá bæði Julian Floresco og Símun Hansen vóru púra leysir við Halli Hansen. Men sandoyingarnir tøvdu so mikið, at tað var GÍ málverjin, sum streyk avstað við bóltinum, og eftir tað vóru teir á heimaliðnum ongantíð vandamiklir.

Seks minuttir eftir steðgin fall avgerðin. Henning Jarnskor, sum aftur hesa ferð var sera eyðsýndur, legði innfyri úr vinstru, og toppskjúttin, Helgi L. Petersen, var púra leysur, tá hann skoraði.

Triðja málið skoraði Bartal Eliasen, sum spældi fyri síðstu ferð undan summarsteðginum. Magni Jarnskor sendi horna innfyri úr vinstru, og miðverjin var hægstur og stútaði til 3?0.

Innskifti pólverjin, Marek, slapp upp í part, tá hann skoraði til 4?0, og Poul Ennigarð, sum var arbeiðsleysur í verjuni, kom ímillum, tá misskiljing stóðst av í sandoyarverjuni, og so var 5?0. Áslakur R. Petersen økti til 6?0 við fínum langskoti, og fyri aðru ferð á rað kom Óli Hansen á málskjúttaralistan, tá hann í yvirtíðini og umvegis stólpan staðfesti rimmar 7?0 sigurin.


B71-GÍ 0-7 (0-1)

0-1: Henning Jarnskor (br.) 17

0-2: Helgi L. Petersen 51

0-3: Bartal Eliasen 56

0-4: Marek Wegiel 69

0-5: Poul Ennigarð 76

0-6: Áslakur R. Petersen 85

0-7: Óli Hansen 90

Dómari: Eiler Rasmussen (Skáli)


B71: Valdemar Nowisci ? Bergleif Sólsker, Bernhard Petersen, Jógvan Jón Petersen ? Peter Ritter, Julian Floresco, Bjørn Thorsteinsson, Jón Brekku, Hans Jørgen Djurhuus ? Símun Hansen, Kári Reynheim

GÍ: Hallur Hansen ? Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen ? Áslakur R. Petersen, Poul Henning Jacobsen, Magni Jarnskor, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor ? Helgi L. Petersen, Óli Hansen