DR kennir ikki norðurlendsku málini

Eurovision Song Contest: »Fordi islandsk er det eneste nordiske sprog, der ligner det sprog, som vikingerne talte....«

Eurovision Song Contest: »Fordi islandsk er det eneste nordiske sprog, der ligner det sprog, som vikingerne talte....«

 

Hetta hava vit hoyrt jabbað upp í saman í Danmarks Radio í sambandi við donsku luttøkuna í Eurovision sangkappingini, sum er í Lissabon í Portugal í kvøld.

 

Danska umboðið í kappingini, Jonas Rasmussen, sum kallar seg »Rasmussen«, syngur ein víkingasang, sum eisini hevur víkingar sum tema. Jonas Rasmssen og hini í bólkinum hjá honum vóru í serligum víkingaklæðum, sum føroyska Barbara í Gongini, hevur sniðgivið, tá hann vann seg í kappingina.

 

Neyvan øsa føroyingar seg um danska vankunnleikan um norðurlendsku málini. Heldur yppa føroyingar øksl, tí vit eru so von við, at danir ikki ein gong kenna sítt egna ríki. Og at danska ríkið eisini hevur eitt mál, »sum líkist málinum, sum víkingarnir tosaðu« – føroyskt.

 

Spurningurin er so, um tað er ein harrafólkamentan, um tað er arrogansa ella tað bara er vankunnleiki ella púra einfalt vantandi almenn vitan hjá dønum.

 

Men snópisligt at størsti mentanarberin í kongaríkinum ikki skal vita betur.