Drúgvur tingfundur í dag

Løgtingið fer seinni í dag at hava 2.viðgerð av fíggjarlógini fyri 2017

Tað verður langur dagur í Løgtinginum í dag.

 

Fleiri mál eru á skránni, men tað sum helst fer at fáa longstu viðgerðina, er fíggjarlógaruppskotið fyri 2017.

 

Men fyrrapartinf er tingið eisini at viðgera uppskotið frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum um uppboðssølu av  nýggjum fiskatilfeingi komandi ár. Tað vil siga, at tann parturin av kvotunum av kvoteraðum fiski, sum fer uppum tað, sum er galdandi í ár, skal seljast á uppboði.

 

Hetta er nakað, sum býtir tingið í tveir bólkar.

 

Løgtingið ætlar at gera seg liðugt við arbeiðið í ár í hesi vikuni.