Karsten Hansen er farin úr Tjóðveldisflokkinum. Tað eru vit mong, sum harmast um. Hann hevur greitt grundað sína støðu, og hana virða vit. Eins og tað var ein samvitskuspurningur og trúarspurningur hjá mær at atkvøða fyri 266b í revsulógini í 1988, so er sami spurningur fyri hann ein forðing fyri framhaldandi limaskapi í Tjóveldisflokkinum vegna hansara trúgv og samvitsku.
Tað var í 1983, at vit bæði fóru úr arbeiði okkara til tess at arbeiða á floksblaðnum 14. September. Stavnhaldið var at fáa skikk á. Hann sum fyritaksstjóri og eg sum blaðstjóri. Bæði fóru niður í løn og fingu ein arbeidsdag, ið ikki var í ætt við 40 tíma arbeiðsviku. Sigast má, at tað eyðnaðist. Í øllum førum fekk Karsten ikki bert skil á tað fíggjarliga. Flokkurin fekk eisini eini flokshús, ið so leingi hevði verið ein dreymur. Og tað var ikki minst honum fyri at takka.
Karsten er heilur, har hann er, har er onki himpr. Sum eygleiðari av løgtingsarbeiði sum heild í dag er hetta fólkaslag doyggjandi.
Í tí tilgongd, sum er farin fram í samband við broyting í revsilógini hevur Karsten í almenna rúminum eisini víst, at hann kann stýra sær sjálvum, sum er aðaltreytin fyri at stýra einum landi. Tað er meira enn sigast kann um fleiri av teimum, ið eru samsintur við honum í spurninginum um § 266 b.
Løgið sum aðrir flokkar fegnir vilja hava fatur á tjóðveldisfólkum, tá hugsað verður um atburðarlag og arbeiðsmentan í føroyskan politikki.
Jú eisini eg fekk tilboð um at stilla upp fyri aðrar flokkar, tá eg ikki stillaði upp longur. Men fyri tjóðveldisfólk er onki alternativ.
Góði Karsten, takk fyri gott samstarv í ein mansaldur. Gleðilig jól og Jesus fylgi tær.