Drúgvt beinkrím herjar

Influnzan ella beinkrím, sum tað nevnist á føroyskum, hevur nú herjað á í útvið tríggjar mánaðir, og bæði vaksin sum børn hava ligið sjúk.

Influnzan ella beinkrím, sum tað nevnist á føroyskum, hevur nú herjað á í útvið tríggjar mánaðir, og bæði vaksin sum børn hava ligið sjúk.

Fyrstu tilburðirnir av hesum slagnum av beinkrímið sóu læknarnir longu seinast í desember mánaði. Vanligt er at beinkrím ferðast millum fólk í mánunum januar, feburar, og nakað inn í mars, men sum vit nærkast apríl, vitja beinkrímssmittað fólk enn læknan.

Vanlig sjúkueyðkennuni fyri beinkrím eru pína í høvdi og kroppi, og so febur, men í ár hevur hálsilska eisini verið eitt sjúkueyðkenni.

Tað finst í dag eingin heilivágur ímóti beinkrími, tí talan er um eina virussjúku, og ikki um brúnasjúku, sum kann lekjast við antibiotika. Tað einasta læknarnir kunnu bøta um eru sjúkueyðkennini, eitt nú við evnum í minka um pínuna, og sum kunnu sláa feburin niður, um hann gerst ov høgur.

Hetta merkir tó ikki, at fólk skulu halda sær frá at fara til læknan. Serstakliga í ár har eitt sjúkueyðkenni er hálsilska, er tað týdningarmikið at fólk, sum ivast í síni sjúku, fara til læknan og fáa staðfest hvat teimum bagir. Hálsilska og høvuðpína kunnu nevnliga verða sjúkueyðkenni, fyri aðrar sjúkur enn beinkrím. Eitt nú brunasjúkur, ið kunnu viðgerast við brunatýnara (antibiotika).


Koppseting einasti møguleiki

Beinkrímið í ár hevur verið serstakliga drúgvt, og tey, sum eru vorðin sjúk, hava flestu ligið í minst eina viku, men eisini upp í tvær og tríggjar vikur.

Beinkrím er í flestu førum vandaleyst og gongur yvur við tíðini, men tað kann eisini vera vandamikið. Í Danmark doyggja hvørt á uml. 2000 fólk av beinkrími.

Serum Instituttet í Danmark mælir til, at fólk, ið eru eldri enn 60 ár koppseta seg ímóti beinkrími. Koppsetingin má gerast av nýggjum á hvørjum ári, tí beinkrímsvirusið er ymiskt hvørt ár. Á Serum Instituttinum fyrireika tey seg soleiðis, at tey hvørt ár gera eina koppseting útfrá tí virusinum, sum tey vanta sær herjar á komandi vetur. Men koppsetingin má gerast um heysti, og tað er ov seint at koppseta seg ímóti tí beinkríminum, sum gongur nú.