Sam, sum í løtuni er á beding, skuldi eftir ætlan vera klárur í morgin at sigla aftur á Kalsoyarleiðini. Men í dag boðar Strandferðslan frá, at arbeiðið dregur út, tí teir lutirnir, ið mangla fyri at fáa Sam lidnan, mugu serframleiðast. Talan er um eykalutir til høvuðsmotorarnar.
Gongur framleiðslan sum ætlað, verður Sam liðugt umvældur fríggjakvøldið 23. november, og kann byrja í sigling á Kalsoyarleiðini leygarmorgunin.
Broytingar í Kalsoyar- og Nólsoyarleiðini
Avleiðingin av hesum er, at Strandferðslan má gera nakrar broytingar í ferðaætlanini, og tað hevur m.a. við sær, at nakrir túrar til Nólsoynna verða avlýstir.
Jósup fer at røkja siglingina á Kalsoyarleiðini, inntil Sam verður klárur aftur. Ternan ger farmatúrar í morgin, fríggjadagin 16. november, mánadag 19. november og fríggjadag 23. novembur. Hesar dagar siglir Ternan av Klaksvík klokkan 11 og av Syðradali klokkan 13.
Bussleiðin í Kalsoynni koyrir til allar komur og fráferðir hjá Jósupi.
Meðan Ternan siglir farmatúrar í Kalsoy, røkir Jósup siglingina á Nólsoyarleiðini.
Mánadag 19. november siglir Jósup túrarnar av Havnini klokkan 12:30 og úr Nólsoy klokkan 13.
Fríggjadag 16. november og 23. november verða túrarnir av Havnini klokkan 09:30 og úr Nólsoy kl. 10:30 ikki sigldir. Jósup siglir túrarnar av Tórshavn klokkan 12:30 og úr Nólsoy kl. 13 sigldir hesar fríggjadagar.










