Drúgv og góð ferð

Góðar seks tímar tók tað landsliðnum at ferðast frá Frankaríki til Rumenia. Talan var tó um ein góða ferð

FÓTBÓLTUR

Piatra Neamt, Rumenia: Føroyska ferðalagið heldur til í rumenska býnum Piatra Neamt.
Býurin liggur 350 kilometur norðan fyri høvuðsstaðin Bukarest, og 60 kilometrar frá nærmasta flogvøllinum, sum liggur í býnum Bacau. Í Piatra Neamt búgva beint omanfyri 100.000 fólk.
Landsliðið fleyg beinleiðis úr Brest í Frankaríki til Bukarest í gjár. Hesin túrurin tók smáar fýra tímar, og úr Bukarest varð flogið til Bacau. Ein túrur, sum tók ein hálvan tíma.
Síðani var føroyska ferðalagið eskorterað av løgregluni teir 60 kilometrarnar til Piatra Neamt.

Hava vant tvær ferðir
Klokkan var farin av sjey, tá føroyska ferðalagið var frammi á hotellinum, men her tók Brian Kerr menn sínar út á vøllin so at siga beinanvegin, soleiðis at hesir fingu rørt seg eitt lítið sindur eftir longu ferðina.
Og hóast langa ferð sluppu leikararnir ikki at sova leingi. Klokkan 10.30 í morgun var landsliðið aftur á venjingarvøllinum, sum liggur beint við Ceahlaul Stadium, har dysturin skal spælast mikukvøldið.