Drúgv landsliðsferð

Talan var um eina óvanliga drúgva ferð og óvanliga vánalig hotelviðurskifti hjá føroyska fótbóltslandsliðnumtýs- og mikudagin

Nicosia, Cypern: Vanliga plagar tað at vera so, tá fótbóltslandsliðið ferðast, at talan er beinleiðis flogferðir úr Føroyum til leikstaðið. Nakað sum ivaleyst hevur minkað um ferðamøðina hjá leikarunum, samstundis sum fyriskipanirnar í FSF hava fingið eina lættari uppgávu enn annars.
Soleiðis er tó ikk hesaferð, nú føroyski landsliðshópurin skal til Cypros og Írland at leika. Hóast veingjabreiðið hjá Atlantsflogið er vorðið alsamt størri seinnu árini, so er ein ferð til Cypros enn í meira lagi, og tí verður ferðin hesaferð gjørd í fleiri tempi.
Heimligi parturin av ferðalagnum savnaðist á flogvøllinum um 10?tíðina týsdagin, og kl. 11 var so farið við vanliga rutuflogfarinum til Kastrup, har Jón Rói Jacobsen og Andrew av Fløtum løgdust afturat hópinum.
Her skuldi so bíðast í eini fýra tímar, áðrenn leiðin gekk til Heathrow í London, sum varð millumstøð mikunáttina. Har komu so eisini Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen og tann í Onglandi búsitandi Claus Bech Jørgensen afturat hópinum.
Tað vóru tó ikki allir, sum vóru eins fegnir um hotelviðurskiftini í Luton. Eftir teimum standardum, sum landsliðið vanliga ferðast eftir, so var hetta nakað langt undir miðal, men hóast alt, so vóru tað tó fleiri av leikarunum, sum dugdu at síggja sær onkran stuttleika í hesum. Eitt nú við at vanliga air-condition var skift út við vindeygu, sum ikki kundu opnast, og at sengurnar ikki vóru reiddar upp. Snøgt sagt, so mundi hetta hotellið einamest vera at sammeta við eitt herberg av onkrum slag, og í øllum førum livdi tað so langt ífrá upp til tað, sum lovað var, tá hugt var á alnetinum undan ferðini.
Hvussu var og ikki, so varð kósin hósmorgunin sett móti Luton Airport, sum eitt nú enska landsliðið plagar at brúka til sínar fráferðir. Fýra tímar seinni sessaðist flogfarið í Nicosia, har hotelviðurskiftini vóru nakað munandi betri, og so var føroyska liðið til reiðar at fara undir fyrireikingarnar.
Hesar bjóða millum annað upp á venjing í 32 hitastigum, og so er at vóna, at okkara menn hesaferð eru betri førir fyri at tackla hitastigini, enn teir vóru í Sveis á sinni.