Landsliðið
Jákup Mørk/Álvur Haraldsen úr Luksemburg
Landsliðsspælarar munnu við tíðini vera vanir við at ferðast nakað, tá dystir ymsa staðni í Europa standa á skránni. Tað man tó vera sjáldan, at ferðingin er so nógv ? sæð í mun til frástøðuna, sum hon var, tá landsliðið mikkudagin skuldi til Luksemburg.
Teir, sum fóru við leiðini hjá Strandfaraskipum Landsins, skuldu møta á Farstøðini í Havn kl. 9.30 mikumorgunin, og tað var ikki fyrr enn klokkan gott 22.00, at landsliðsleikararnir fingu fótin fastan, og tá áttu teir framvegis ein lítlan busstúr heim á hotellið, áðrenn teir reiðuliga kundu finna seg til sættis.
Ferðin kendist mundi eisini kennast eyka drúgv, tí flogfarið hjá Atlantsfolg var seinkað, Ikki fyrr enn klokkan 13.00 varð farið úr Vagunum, og síðani varð bíðað nakrar tímar, áðrenn útisetarnir løgdust afturat hópinum.
Skjótt grøddur
Ein av útisetunum, sum er við á ferðini, er Julian Johnsson, sum dagliga er yrkisleikari í Sogndal í Noreg. Fyri fáum vikum síðani var annars líkt til, at Julian ikki var tøkur til dystin. Eitt beinbrot í einum venjingardysti móti Brann Bergen merkti eftir øllum at døma, at rennisterki miðvallarin ikki kundi vera við til dystirnar mót Luksemburg og Russlandi.
Sjálvur sigur Julian, at tað var rættiliga skjótt, at læknarnir staðfestu, at talan ikki var um veruligt beinbrot.
- Talan var um eitt brotstykki, sum var farið av beininum, og ikki eitt rættiligt brot, sigur Julian.
- Eg slapp sostatt at venja nakað, longu eftir fyrstu vikuna. Tað vil siga, at eg kundi ikki gera nakað serligt um meg, men eitt sindur av renning og soleiðis.
Spurdur, um hann tá hevði hugsað nakað um, hvussu var við landsliðnum, sigur hann, at hann ongantíð hugsaði um at geva avboð til hetta.
- Eg setti mær eitt mál at verða klárur til venjingarleguna, sum vit í Sogndal hava verið í á la Manga. Hetta hevur eydnast, og eg havi eisini spælt við í trimum venjingardystum, so hóast formurin sjálvandi kundi verið betri, so eri eg hampuliga væl fyri kortini, sigur Julian at enda.











