DR: Danskir toppar enda í føroyskum milliónastríði

Nú er DR eisini farið at lýsa skattamálið hjá Eik.

Skattamálið hjá Eik hevur stóran almennan áhuga bæði her heima í Føroyum og í donskum miðlum. Higartil hava Jyllandsposturin og Berlingske skrivað um skattamálið og í dag meldar DR seg á banan. 

 

 

Tað er stríðið millum Jørn Astrup Hansen og Torben Nielsen, sum verður lýst í hesum málinum. 

 

 

Tí meðan vit í Føroyum kjakast um, hvørt tað var av óvart ella tilvitað, at Eik royndi at fáa fatur á 90 milliónum úr landskassanum, so er rættarsakin móti Jørn Astrup Hansen tann, sum DR lýsir í hesum føri. 

 

 

Meðan føroyskir og danskir miðlar viðgerða ivasomu viðurskiftini í fíggjarsamtakinum í samband við skattamálið, hevur TF samtakið í dag kunngjørt nýggjan bygnað og nýggjan samleika - Betri P/F er nú navnið á gamla TF Holding, og seinni í dag fáa vit at vita, hvørji teir nýggju stjórarnir í samtakinum eru. 

 

 

Les greinina á DR við at trýsta her