-<DPTAB>&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;Nei, hetta klári eg sjálv!

81 ára gamla Jona Henriksen smæddist ikki burtur millum hini, tá fínteljingin av fólkatingsvalinum fór fram týsdagin

Týsdagin var dagurin, tá atkvøðurnar frá fólkatingsvalinum skuldu fínteljast. Hetta varð gjørt á Hotel Hafnia.
Millum tey, sum taldu upp var ein kend havnarmynd, fyrrverandi KFUK-skrivarin, hin 81 ára gamla, Jona Henriksen. Hóast komin væl upp í árini bilaði henni ikki hugur at halda á, til seinasta atkvøðan var fíntald seint um kvøldið.
Úrslitið av fínteljingini sæst aðrastaðni í blaðnum í dag.
Formaðurin í valnevndini, Olaf á Stongunum var eina ferð hjá henni og spurdi, um hann skuldi hjálpa henni við teljingini.
-Nei, tað er ikki neyðugt. Hetta klári eg sjálv, segði hon, meðan hon dúgliga taldi og hugdi eftir teimum túsundtals atkvøðuseðlunum.
Eitt satt konubrot, má sigast!