Í Suðuroynni gjørdtist tætt millum valevnini og Hendrik Old fall á javnaðarlistanum, meðan Sverri Midjord tók sessin. Sverri fekk enntá fleiri atkvøður á Tvøroyri, enn formaður floksins. Sostatt eru bæði umboðini á javnaðarlistanum úr norðaru helvt av Suðuroynni.
Hendrik Old fall og kappingin í syðru helvt av Suðuroyni við Mikkjal Sørensen gjørdi, at báðir gjørdust ov stuttir og fall sessurin tí til Tvøroyrar.
Hendrik sigur, at hann var bangin fyri, at hetta fór at henda. Hann hevði úrslitð frá seinasta vali í huganum. Tá vóru bert eini 2 atkvøður á munni á Hendrik og Sverra.
Men Hendrik fegnast um stóru framgongdina, sum hann hevði hesaferð og nevnir, at tær 50 atkvøðurnar, hann fekk í Sumba vísa, at har atkvøddu tey eftir at fáa umboð í syðru helvt.
Hendrik fekk 291 atkvøður og Mikkjal Sørensen 253. Hendrik hevði framgongd, men hann fryktaði tó fyri úrslitinum, tí ymsar ábendingar hava verið seinnu dagarnar, so hetta kom ikki óvart á, sigur hann. Tó nevnir hann, at um Javnaðarflokkurin fer í samgongu, so fer Jóannes Eidesgaard í Tinganes og so er Hendrik Old næstur á listanum og innan tinggáttina.