Doyggja kortini

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Hugaligt og tryggjandi at vita, at fólk eru, sum vita, hvussu vit eiga at gera, og hvat vit eiga at eta fyri at liva væl og leingi og kanska ævigt.

Tað vita nógv folk. So nógv, at tey hvørja einastu viku megna at fylla heil serbløð og hálv vikubløð við hollum og góðum ráðum. Gamaní eru nógvar endurtøkur í hesum nýggja ídnaði. Men nýggj heimaráð koma tó alla tíðina fyri tey gomlu, sum, eldri tey eru, verða samanborin við heimadoktarayrki og gand. Tað, sum var heilsugott í gjár, gevur krabbamein í dag og sukursjúku omaná í morgin.

Grøni tráðurin í øllum hesum stórídnaði er tann, at alt, sum smakkar væl, er ósunt, ja, ikki bara tað, tað er beinleiðis heilsuskaðiligt og deyðiligt.

Deyðin skal hava eina orsøk, plagdu tey klóku at siga. Nú hevur hann ikki bara eina orsøk, men óteljandi og fleiri leggjast afturat í hvørjum blaði.

Løgið annars, at nakar er eftir á lívi í Bretlandi, tí tvær flísar av beykoni, royktum fleski, um dagin er tann vísi krabbameinsdeyði. Beykon er bæði roykt og feitt og smakkar forbannað væl, líka væl sum royktu, feitu og snerktu pylsurnar, bretar skola beykonið niður við. Ivaleyst vigar havragreyturin, sum smakkar líka illa sum hann sær út, so nógv, at enn eru bretar, sum ikki eru deyðir av krabbameini.

Og so eru allar venjingarnar, sum krevjast fyri at vera bara so nøkunlunda á lívi. Ikki so løgið, at so nógv eru farin at arbeiða hálva tíð. Stundir eru ikki til meira á arbeiðsmarknaðinum, skulu venjingarskráirnar og krøvini í donsku bløðunum haldast hvønn arbeiðsdag.

Men venjingar eru neyðugar fyri at kunna arbeiða, hálva tíð, fram til pensjónsaldur. Og tá verður meira tíð til venjingar.

Tveir litrar av vatni um dagin eru eitt annað krav fyri at yvirliva lívið, men bara tveir dropar av brennivíni. Fleiri doyggja av mjólk enn av brennivíni, men tað er forboðin sannleiki.

Vatnið skal sjálvandi vera innflutt vatn í fløskum. Kommunalt kranavatn er líka sum hvørki smart ella trendy. Og so er tað ókeypis afturat.

Tað sigst, enn í hvussu so er, at einki er so gott fyri heilsuna, ta likamligu heilsuna, sum dubiøsa grønmetið kallað brokkoli. Tvey brokkoli um dagin, og tú livir í allar ævir uttan nakran sjúkradag og uttan, at nakar biður fyri tær.

Men tað ber sjálvandi eisini til at keða seg í hel.

Seks fruktir um dagin. Tær krevja eisini sína tíð av arbeiðsdegnum, flysa og vaska og eta. Tað tekur eina góða løtu at eta eitt súrepli.

Samstundis er alneyðugt at sova minst átta tímar hvørja nátt fyri ikki at fara inn í æviga svøvnin í úrtíð.

Niðurstøðan fær ikki verið onnur enn tann, at stundir eru ikki at arbeiða meira enn hálva tíð fyri at kunna liva fulla tíð.

Og lønin hjá okkum vanligu lønartrælum er ikki meira enn hálv kortini.

Tað løgna er bara, at fólk, sum ikki roykja, doyggja eisini. Fólk, sum ikki drekka annað enn vatn, doyggja mín sann eisini.

Fólk, sum renna oman og niðan og heim aftur sama veg hvønn dag, doyggja eisini. Tað ber ikki til renna undan deyðanum. Hann eigur øll heimsmetini.

Tey verða soleiðis yvirhøvur ikki nógv eldri enn tey, sum liva, áðrenn tey doyggja.

Heilsuprofetar skumpa pengar upp í rúgvur við at ræða fólk frá at liva eitt vanligt lív.

Men samanumtikið er einasta meining við lívinum deyðin.