Tað var ímillum klokkan 18 og 19 leygarkvøldið 23. februar í 2013, at hendingin fór fram.
Ákærdi maðurin var farin í Café 22 - fyrrverandi Tórshøll - og á trappuni hitti hann eina vinkonu, sum hann síðani fygdist inn við.
Sjálvur greiddi maðurin frá, at tey settu seg við eitt borð, har ein annar maður og kona sótu. Hann segði seg kenna viðkomandi mann frá býarlívinum, og at hesin viðhvørt tosaði við seg um pápa sín, sum hesin hevði kent.
Ákærdi maðurin segði, at hesin altíð var »keðiligur« og strævin at tosa við, og tað hevði hann eisini verið hetta kvøldið.
Hann tosaði niðursetandi um pápa sín, sum hevði verið deyður í fleiri ár, og einaferð gjørdist hann so illur, at hann smekkaði til viðkomandi.
Hann helt, at meðan teir báðir standa uppi á gólvinum, kom hin eldri maðurin yvir til teirra, og tá skumpar ákærdi hin mannin við tí úrsliti, at allir detta á gólvið.
Hetta førdi til, at tann umleið 65 ára gamli misti vitið eina løtu, men hann kom tó rímiliga skjótt fyri seg aftur, og virkaði normalur.
Hann fór síðani til hús við einum taxabili.
Tveir dagar seinni var maðurin funnin deyður og við líkskurðin var staðfest, at fallið tveir dagar framman undan var orsøkin til deyðsfallið.