Double up á Landssjúkrahúsinum

Við síðunar av maskinverkstaðnum og matarhøllina á Landssjúkrahúsinum er ein lítil nýggjur bygningur í holt við at taka skap. Her inni standa nú tveir spildurnýggir el-motorar, sum skulu forsýna Landssjúkrahúsið við streymi um SEV svíkur

Tað kemur fyri, at SEV svíkur, og tá kann tað fáa álvarsamar fylgjur fyri til dømis Landssjúkrahúsið um ein sjúklingur liggur í respirator. At tveir nýggir motorar nú skulu forsýna allar bygningarnar hjá sjúkrahúsinum við streymi um hetta kemur fyri, vil tó ikki siga, at bygningarnir hava ligið uttan streym frammanundan. Hesir báðir nýggju motorarnir eru bara fleiri ferðir størri og hava nógv størri orkuføri enn teir gomlu.
? Her á Landssjúkrahúsinum hava vit eitt elverk, sum er eins gamalt og Landssjúkrahúsið sjálvt. Tveir motorar á 180 kVA hvør hava øll hesi árini havt til uppgávu at forsýna Landssjúkrahúsið við streymi um SEV skuldi svikið, greiðir Jóan Símun Saltá, leiðari á maskinverkstaðnum frá.
? Fyri eini tíð síðani gekk annar av hesum motorunum fyri, og í sambandi við stóru útbyggingina á Landssjúkrahúsinum er valt at eisini a-jourføra elverkið. Nú hava vit fingið tveir motorar, sum eru 800 kVA hvør, og megnar ein av hesum motorunum at geva streym til allar bygningarnar á Landssjúkrahúsinum.

Framstig
At fáa tveir so stórar motorar er væl at merkja eitt stórt framstig fyri Landssjúkrahúsið.
? Tá SEV er gingið fyri, hava vit verið noyddir til at prioritera, hvør skal fáa streym og ikki, og bara neyðforsýningar sleppa framat. Við teimum nýggju motorunum verður hetta als ikki nakar trupulleiki, og um annar av motorunum skuldi gingið fyri, so megnar hin at yvirtaka alla nýtsluna, sigur Jóan Símun Saltá.
Gomlu motorarnir á Landssjúkrahúsinum eru frá eina ferð seinast í sekstiárunum. Teir eru alt ov smáir og megna als ikki at uppihalda núverandi nýtsluni hjá Landssjúkrahúsinum.
? Við nýggju moturunum koma vit sjálvandi at brúka meira, men vit sleppa undan nógvum trupulleikum, fortelur leiðarin á maskinverkstaðnum.
? Síðani annar motorurin gekk fyri, hava vit leigað eitt anlegg frá Skipasmiðjuni.
Dagliga fær Landssjúkrahúsið streym frá SEV, men frá miðjum august, tá nýggju motorarnir skulu setast í gongd, verður double up á Landssjúkrahúsinum um SEV skuldi svikið.
Arbeiðið byrjaði í september mánaða í fjør, og hevur tað tikið eitt sindur langa tíð, av tí, at tað er ikki so lætt at spreingja ímillum tveir bygningar. Og at fáa sjálvar motornarar niður var ikki bara sum at siga tað, tí teir viga 10 tons hvør. Men hetta kláraði stóri kranin á skipasmiðjuni uttan nakran trupulleika.
? Vit gleða okkum nógv til at fáa nýggju motorarnar at virka, tí tað er uppá tíðina, at hetta verður dagført, sigur Jóan Símun Saltá at enda.