Dortmund í kreppu

Týska stórfelagið liggur niðast í Bundesliguni, nú kappingin nærum er komin í helvt

Týska stórfelagið, Borrusia Dortmund, sum í 2011 og 2012 gjørdist týskir meistarar, eru nú í veruligari kreppu.

 

Dortmund liggur nevnliga niðast í Bundesliguni, nú 13 umfør av 34 eru leikt.

 

Dortmund tapti í gjár 2-0 á útivølli móti Eintracht Frankfurt.

 

Undan kappingarárinum, vóru tað annars fleiri stórfeløg, ið vildu hava fatur á Dortmund venjaranum, Jurgen Klopp, sum annars hevur fingið framúr úrslit við týska felagnum. Men hóast at gongdin er keðilig í løtuni, so ætlar Jurgen Klopp tó ikki nakran veg úr felagnum enn.

 

-       Eg vil gjarna vera her, inntil vit hava fingið vent gongdini í øllum førum. Tað er ein stór ábyrgd á mær, og hana góðtaki eg.

 

Tað er tó hugsandi, at Jurgen Klopp kann vera á veg til eitt størri felag innan heilt stutta tíð. Í seinastu viku var týski venjarin bæði settur í samband við Arsenal og Liverpool.