Doris Jakobsen vil samstarva

Nývalda fólktingsumboðið í Grønlandi, Doris Jakobsen úr Siumut (Javn.fl.) hevur boðið hinum grønlendska fólkatingsliminum, Sara Olsvig úr IA og Sjúrði Skaale samstarv um norðuratlantisk áhugamál.

Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.ag

Blaðið skrivar, at Doris Jakobsen hevur drúgvar royndir í politikki, og at hon tí heldur tað vera av týdningi at arbeiða tvørtur um floksmørk fyri at seta dagsskránna og á tann hátt fáa ávirkan.

– Eg eri ikki bara vald fyri at umboða mín flokk í Fólkatinginum, men eisini áhugamálini hjá øllum Grønlandi. Eg ynski, at tað framsókna arbeiði fram móti sjálvstýri heldur fram, og eg veit, at bæði Sara Olsvig og Sjúrður Skaale hava somu áhugamál, sigur Doris Jakobsen við blaðið.

Hon vónar, at tey trý nýggju fólkatingsumboðini, sum stuðla reyða blokkinum hjá Helle Thorning-Schmidt, skjótt kunnu hittast.