Doris fekk fyrstu Kærleikskúluna

Listafólkið er Jóna Rasmussen, og virðiliga fyrimyndin, sum fekk Kærleikskúluna 2021, er Doris Hansen.

 

Á hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum í morgun hevur Jórun Gardar, stýrisforkvinna í Dugna, handað fyrstu Kærleikskúluna 2021 til eina virðiliga fyrimynd.

 

Løtan byrjaði við, at Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðaði vælkomin, og síðan segði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálaráðnum, nøkur orð.

 

Á hátíðarløtuni framførdu Lena og Niclas tvey løg.   

 

Tað eru nú trettan ár síðan, at fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom. Eins og undanfarin ár, er Kærleikskúlan 2021 eisini sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. 

 

##med2##

 

Á hátíðarløtuni í morgun kunngjørdi Jórun Gardar, stýrisforkvinna í Dugna, at listafólkið er Jóna Rasmussen, og at virðiliga fyrimyndin, sum fær Kærleikskúluna 2021, er Doris Hansen. 

 

Jóna Rasmussen, sum hevur sniðgivið, hevur givið Kærleikskúlini heitið “Skerpingur”, har svørtu linjurnar í kúluni vísa tær avbjóðingar, sum eru í lívinum, men at hesar somu linjur samstundis skapa eina verju.

 

Doris Hansen er fødd í Øravík í 1943. Hon er fyrrverandi forkvinna í MBF og rithøvundur. Hon er útbúgvin lærari, tali­-, lesi­-og hoyrilærari. 

 

Kvinnan, sum nú hevur fingið fyrstu Kærleikskúluna 2021, hevur verið sera virkin í arbeiðnum at bøta um korini hjá teimum, ið bera brek.

 

Jóna Rasmussen, listakvinna, er fødd í Havn í 1946. Upprunaliga er hon útbúgvin laborantur. Sum listakvinna brúkar hon ofta myndaevni úr gerandisdegnum.

 

In.fo fer at venda aftur til tiltakið hjá Dugna í Norðurlandahúsinum í øðrum greinum seinni.

 

##med3##

 

 

 

Jóna Rasmussen hevur givið Kærleikskúluni heitið “Skerpingur”. Myndir: Álvur Haraldsen.