Eitt uppskot hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum um doping og óreiðiliga ávirkan á ítrótt skal í morgin til aðru viðgerð í tinginum.
Endamálið við uppskotinum er at tryggja, at Ítróttarsamband Føroya kann halda fram við antidoping arbeiði sínum, umframt at heimila, at ítróttarsvik, sokallað matchfixing, kann fáa revsirættarligar avleiðingar.
Orsøkin til lógaruppskotið er, at Dátueftirlitið gjørdi á vári í fjør ÍSF greitt, at tað ivasamt, um hvørt heimild var at fremja dopingroyndir í Føroyum, tí at talan er um viðgerð av viðkvæmum persónsupplýsingum, og til hetta krevst lógarheimild.
Antidopingarbeiði hevur verið virkið í Føroyum í fleiri ár. Í 2003 gjørdi Danmarks idrætsforbund og Ítróttarsamband Føroya samstarvsavtalu, og sama árið vórðu eisini fyrstu dopingroyndirnar tiknar í Føroyum.
Antidopingarbeiðið varð stýrt eftir donskum reglum fram til 2016, tá ÍSF fekk egna reglugerð. Í 2017 fekk ÍSF eisini egin kanningarfólk, soleiðis at praktiska arbeiðið við at taka dopingkanningar kundi fremjast í Føroyum.
Neyðugt er kortini við lógarheimild til dopingkanningarnar, og við nýggja lógaruppskotinum skal landsstýrismaðurin kunna góðkenna dopingeftirlit í Føroyum.
– Tað er ikki ætlanin at broyta verandi skipan, og tað liggur í kortunum, at tað framhaldandi verður ÍSF, ið tekur sær av anti-doping arbeiðinum í Føroyum, verður lagt aftrat í viðmerkingunum til uppskotið.