Avstralska svimjisambandið hevur í dag kunngjørt, at kinesiski heimsmeistarin á 1.500 metrum frí, Sun Yang, ikki longur sleppur at venja í Avstralia. Tað kemur eftir, at kinesiskir miðlar fyri kortum avdúkaðu, at Sun Yang í mai mánaði bleiv tikin fyri doping, skrivar Swim Swam.
Les eisini: Pál í ójavnari kapping
Málið hevur verið duld fyri almenninginum og tað hevur fingið fleiri at seta spurnartekin við hvat veruliga er farið fram. Sun Yang fekk tríggjar mánaðar revsing, sum ikki ávirkaði nakran kapping. Stutt seinni, í september, luttók hann í asiatisku leikunum og vann tríggjar gull – uttan at nakar visti um positivu dopingroyndina.
Keyp Sosialin við at trýsta HER
Sun Yang hevur vant í Avstralia saman við venjaranum, Denis Cotterell, sum førdi hann til gull og heimsmet í 1.500 metrum frí til í OL í London í 2012.
Avstralska svimjisambandið boðar samstundis frá, at herða krøvini til útlendskar svimjarar, sum koma til Avstraliva at venja og kappast. Teir skulu nú melda seg upp í avstralska anti doping felagsskapin, ASADA.
Les eisini: Kappingarneyti hjá Páli tikin fyri doping
Viðmerkjarar halda, at hetta er ein eitt tekin um, at Sun Yang ikki svimur reint.










