Doping: Russland fyri grovum ákærum

Í týskum dokumentari verður russiski ítróttarheimurin ákærdur fyri hópdoping

Upp til 99 prosent av russiskum ítróttarfólki eru dopaði. Tað er niðurstøðan í umfatandi týskum dokumentari, sum varð vístur í týskum sjónvarpi í vikuni. Tað eru fyrrverandi ítróttarfólk og nevndarlimir í russiska felagskapinum fyri frælsan ítrótt, sum koma við álvarsligu ákærunum.

 

Les eisini: Pál í ójavnari kapping

 

BBC skrivar, at tað í dokumentarinum verður víst á, at tað ber til at keypa ólógligan dopinglistaðan heilivág og reinar dopingroyndir frá russiska ítróttarfelagskapinum fyri frælsan ítrótt, RAF. Umframt, at hetta er systematiskt og er galdandi fyri 99 prosent av ítróttarfólkunum, verður sagt í ákærunum. Somuleiðis verður altjóða mynduleikin hjá frælsum ítrótti, IAAF, ákærdur fyri at halda hondina yvir doping-gøluni í Russlandi.

 

Russiski mynduleiki fyri frælsan ítrótt sigur, at ákærurnar eru tann reina lyng. Hinvegin, so hava bæði IAAF og altjóða anti doping mynduleikin(WADA) boðað frá, at tey fara at hyggja nærri at ákærunum. Úr IAAF ljóðar, at ákærurnar verða kannaðar í størri mun og at onkrar kanningar longu eru settar í verk.

 

Les eisini: Kappingarneyti hjá Páli tikin fyri doping

 

Millum teirra, sum hava ført fram ákærurnar eru Yevgeniya Pecherina, sum í fjør fekk 10 ára langt bann fyri doping. Eisini Liliya Shobukhova, sum vann London Marathon í 2010, er úti við rívini. Hon pástendur, at hon hevur goldið áleið tríggjar milliónir krónur fyri at fjala eina positiva dopingroynd. Hon hevur í løtuni ein dóm upp á tvey ár fyri doping.

 

Somuleiðis í dokumentarinum verður avdúkað, at Mariya Savinova, sum vann 800 metrar renningina á OL leikunum í London í 2012, eisini gjørdi brúk av doping. Her er talan um fjaldar upptøkur, har hon viðurkennur at hava snýtt.

 

Vitaly Stepanov, fyrrverandi nevndarlimur í russiska anti doping mynduleikanum, og kona, dopingdømda Yulia, siga í felag, at russiskir ítóttarmynduleikar útflíggja dopinglistaðan heilivág og fjaldur positivar dopingroyndir fyri fimm prosent av inntøkunum hjá ítróttarfólkunum.

 

Les eisini: Doping: Sun Yang útihýstur úr Avstralia

 

Ítróttarheimurin vísti eisini stóra ónøgd undan vetrarleikunum í Sochi I Russlandi fyrr í ár, millum annað tí ákærur um doping vóru frammi. Russland vann flest gullheiðursmerki og ongin bleiv tikin fyri doping.

 

Russland hevur í løtuni 67 ítróttarfólk, sum hava fingið bann fyri doping.