Doping eftirlit fyri fyrstu ferð

Frælsi ítrótturin hevur arbeitt fyri at fáa doping eftirlit á Oyggjaleikunum, og hetta verður fyrstu ferð framt í verki á Gotlandi

Tá kanadiski rennarin Ben Johnson á olympisku leikunum í 1988 í Seoul rann fyrstur um málið í 100 m kappingini við ótrúligu tíðini 9,86 sekund, var tað ótrúligt.

Og tað vísti seg eisini, at kraftmikli sprintarin var dopaður, gullmerkið varð tikið frá honum og latið Carl Lewis, og Johnson varð útihýstur frá øllum kappingum í eitt langt tíðarskeið, umframt at hann restina av ævi síni noyðist at liva við skommini.

Hetta var fyrstu ferð, at doping av álvara kom fram sum ein trupulleiki í ítrótti á hægsta stigi.

Stóra súkklukappingin Tour de France endaði í fjør sum ein rein farsa, har fleiri súkklarar vórðu tiknir, og stutt seinni vóru tað kinesisku svimjararnir í Australia, sum fólk leingi høvdu havt illgruna til, sum vórðu tiknir við doping útgerð í viðførinum, eins og írski gullvinnarin frá OL í Atlanta 1996 er liðug sum svimjari, tí eisini hon er tikin fyri doping.

Á Gotlandi verður fyri fyrstu ferð sett regluligt doping eftirlit í verk.

Tað er fyrst og fremst frælsi ítrótturin, sum hevur sett fram ynski um hetta, tí illgruni hevur verið um, at ikki øll hava havt reint mjøl í posanum ? ella reint blóð í æðrunum?

Eftirlitið fer fram á tann hátt, at »stikprøvar« verða tiknir ? tað merkir, at tilvildarlig ítróttarfólk verða tikin út eftir kappingarnar og send til eftirlit. Tað er ikki vist, at onkur ikki sleppur gjøgnum nálareygað, men bert tað, at eftirlitið er har, skuldi verið fyribyrgjandi í sjálvum sær.