Og russiska tennis-stjørnan, Svetlana Kuznetsova, er nú tikin fyri nýtslu av ólóglim evnum. Í sambandi við ein framsýningardyst í desember mánaði skuldi hon lata dopingroynd, og hendan hevur nú víst seg at innihalda effedrin, sum er á listanum yvir ólóglig stimbrandi evni. Svetlana Kuznetsova er nummar fimm á altjóða styrkislistanum, og í fjør vann hon millum annað US-open kappingina.










