Nú nærkast dagurin, tá tað í Føroyum so væl kenda norska
dansiorkestrið Doodle Bugs kemur aftur til Føroya at spæla til dans.
Argja Bóltfelag hevur fingið Doodle Bugs at koma hendavegin, og spæla teir til dans í høllini á Hálsi leygarkvøldið kl. 22 til 04.
Doodle Bugs eru gamlir í garði. Teir byrjaðu at spæla í sekstiárunum,
og í 70unum og 80unum vóru teir ofta í Føroyum og spældu til dans.
Føroyingar tóku Doodle Bugs rættiliga til sín, og vóru teir
"heimskendir" her á landi. Hvør minnist ikki løgini Lille Laila, Vil
du bli med på fisketur Pernille, Piken fra Torshavn og ikki minst Anna
Johanna fra Vestmanna. Doodle Bugs gav eisini eina plátu út í 1984
við live upptøkum úr Føroyum.
Nú verður so møguleikin aftur at uppliva hesar væl kendu tónar á palli
í Føroyum. Nostalgi er nokk rætta orðið at brúka í hesum sambandi.
Einki er at ivast í, at nógvir føroyingar hava góð minnir frá tíðini,
tá Doodle Bugs stóðu á palli í dansihølunum kring landið.
Doodle Bugs hevur heimasíðuna www.doodlebugs.no har nógv áhugavert
stendur at lesa um bólkin. Eisini eru nógvar myndir frá Føroyaferðunum
hjá Doodle Bugs at síggja har.