TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði í beinleiðis upptaktssending á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá StÍF, Tomasz Zilberberg og við høvuðsvenjaran hjá H71, Sonni Larsen.
Donsku venjararnir eru ósamdir um favorittleiklutin. StÍF venjarin heldur, at H71 er í mun til oddastøðuna í landskappingini favoritur. H71-venjarin heldur í sínum lagi, at tað verður sera javnt, og StÍF dugir hatta við steypafinalum.
Tróndur Arge sigur frá kvinnufinaluni ímillum Neistan og Kyndil, sum byrjar klokkan 13.30. Teitur Joensen verður viðmerkjari. Hilmar Jan Hansen sigur frá mansfinaluni millum H71 og StÍF, sum byrjar klokkan 16. Claus Rasmussen verður viðmerkjari. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101.










