Donsku sosialdemokratarnir í fríum falli

Helle Thorning-Schmidt og hennara floksfelagar í donsku stjórnini og Fólkatinginum høvdu fingið ein dyggan frammaná frá veljarunum, um fólkatingsval hevði verið nú, og úrslitið hevði sent Lars Løkke Rasmussen aftur í forsætismálaráðið við einum tryggum meiriluta aftan fyri seg.

Tað sæst í einari meiningakanning, sum Børsen almannakunnger í dag. Hon vísir, at bara 18,5 prosent av veljarunum høvdu atkvøtt fyri sosialdemokratunum, hevði val verið nú. Tað merkir, at flokkurin hevur mist trý prosentstig tann seinasta mánaðin.

Harafturímóti gongur tað sum eftir ánni hjá Vinstra. Var fólkatingsval nú, hevði Vinstri fingið 35,6 prosent av atkvøðunum, og flokkurin er sostatt næstan tvær ferðir størri enn sosialdemokratarnir.

Kanningarúrslitið hjá Børsen hevði givið verandi stjórnarflokkunum og Eindarlistanmum 78 tinglimir og teimum bláu andstøðuflokkunum 97.