Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, sendi í gjár bræv til Mete Frederiksen, forsætisráðharra í Danmark, har hann heitti á donsku stjórnina um at flyta valdagin til fólkatingsvalið í Føroyum ein dag fram til 31. oktober.
Nú hevur danski innanríkis- og bústaðarmálaráðharri, Christian Rabjerg Madsen, innkallað formenninar í tingbólkunum til ein fund um hetta seinnapartin.
Við Ritzau sigur Christian Rabjerg Madsen, at tað er týdningarmikið at svarað verður uppá fyrispurningin frá Føroya løgmanni verður latið við politiskari grundfesting.
Løgmaður sigur við útvarpið, at flokkarnir skulu taka støðu til, um tað kann fáa nakra ávirkan á endaliga politiska úrslitið í Danmark, at valið í Føroyum er ein dag áðrenn enn í Danmark.
Fundurin verður klokkan 15 føroyska tíð.
Orsøkin til, at løgmaður vil flyta valdagin er, at 1. november er minningardagur teirra sjólátnu, og at man tí ikki metir tað vera sømiligt at hava val sama dag, sum fleiri syrgja.
Brævið hjá løgmanni til Mette Frederiksen kann lesast her.