»Dansk sejr uden dynamik«, »Trænerdebut uden glan« og »Stod der en ný tunnel på højkant«.
Nakrar av yvirskriftunum í donsku bløðunum, eftir dystin millum Føroyar og Danmark Yvirhøvur tykjast tey at vera samd um, at danska spælið væl kundi verið betri, tá teir vitjaðu í Føroyum.
Ikki nóg beinleiðis
Tað, sum miðlarnir serliga fýlast á, er, at danir í alt ov stóran mun royndu seg við smáspæli úti á vøllinum, heldur enn at leggja trýst á føroysku verjuna.
Hinvegin eru eisini fleiri rósandi orð til føroyska liðið fyri teirra leiklut. Orð sum »robuste« og »energiske« eru nærum standard orðingar. Eisini omanfyri nevnda yvirskrift um tunnilin, sipar til, at blaðmaðurin hjá Politiken heldur, at føroyingarnar stríddust, so ein skuldi hildið, at ein nýggjur tunnil frá Nyrup stóð upp á spæl.
Serliga eru rósur til Julian Johnsson, sum gav Helveg stórar trupulleikar við djúpu renningum sínum. Annars verður lagt merkis til Toda Jónsson, saman við føroysku verjuni sum heild.
Minnast brotssparkið
Ofta eru slíkar frásagnir ikki heilt óheftar, tá tað einamest verður sett fokus á egna liðið. Soleiðis er sjálvsagt eisini í hesum føri, men eitt nú hevur Jyllands Posten lagt til merkis, at føroyingar vórðu snýttir fyri brotsspark.la inn í spælið, men tóktist tá ikki vera bangin fyri at bjóða seg til.
Var atvoldin til einasta gula kortið hjá dønum, tá hann snildisliga snaraði sær undan Per Frandsen.
15. Kurt Mørkøre
Sogndal
30/2
Kom á vøllin fyri Una Arge, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Føroyska liðið lág tá nógv longri afturi á vøllinum, enn teir gjørdu í fyrra hálvleki, og tí var ógvuliga avmarkað, hvussu nógvar bóltar Kurt fekk at arbeiða við.
Sýndi tó í glottum, at hann kann nýtast sum »Target-man«. Millum annað tá hann stútaði innlegg niður til Toda Jónsson móti endanum av dystinum.
12. Henning Jarnskor
GÍ
35/2
Kom á vøllin fyri Allan Mørkøre seinasta korterið, tó uttan at prógva, at hann eigur at vera fremsta val á plássinum, tá slovenar koma á vitjan.
Tóktist hava trupulleikar við at plasera seg rætt, og varð tí í fleiri førum yvirspældur á bakkinum. Er í løtuni ikki á tí støði, sum hann fyrr hevur verið á í landsliðsbúnanum.
18. Rógvi Jacobsen
KÍ
6/0
Kom á vøllin fyri John Petersen seinastu 10 minuttirnar. Kom í einstøkum førum væl við í føroyska uppspælið, men yvirhøvur var spælitíðin ov stutt til at geva eitt veruligt skoðsmál